Fartelefonin fyllir alt ov nógv hjá ungdóminum. Hetta hava tey sæð í Eysturskúlanum í Havn, og tí fara tey at nokta skúlanæmingunum at hava fartelefonina við í skúla í desembermánað. Desember verður ein fartelefonfríur mánaður í Eysturskúlanum.
Tað skrivar skúlin í brævi til foreldur:
– Góðu foreldur. Vit hava tey seinastu árini lagt merki til, at næmingar eru meira og meira knýttir at fartelefonum.
Fyri nøkrum árum síðani, vóru fartelefonir ein stórur, órógvandi trupulleiki í undirvísingini, men í dag síggja vit trupulleikan størri í fríkorterunum. Tað er á ein hátt syrgiligt at síggja so nógv ung fólk sosialisera seg burtur frá vinum og floksfeløgum. Tey sita saman í stórum bólkum uttan at vera saman, ístaðin sita tey og stara niður í eina fartelefon.
Vit eru sannførd um, at fartelefonin er ein stórur stressfaktorur í teirra tilveru, tey skulu alla tíðina vera tøk at svara smsboðum og dáma alt møguligt á sosialu miðlunum.
Sum skúli hava vit eina uppgávu at læra hesi ungu fólk at virka í felagsskapinum. Vit fara tí at gera eina roynd at fáa tey at hugna sær, stuttleika og práta meira saman í fríløtunum. Vit vóna, at tit foreldur stuðla okkum. Sum vit skilja, so halda nógv foreldur eisini, at tey ungu brúka so nógva tíð á netinum.
Fyrsta stig á vegnum er, at vit fara at hava ein fartelefonfrían desembermánað, tað merkir, at vit onga fartelefon vilja síggja í skúlatíð. Vit mæla til, at fartelefonirnar liggja eftir heima. Verður hon brúkt í skúlatíð, t.e. bæði í tímunum og í fríkorterunum, verður hon tikin og løgd upp á skrivstovuna, har ið foreldur ella onnur avvarðandi kunnu koma eftir henni. Hon verður ikki útflýggjað næmingum.
Skúlin keypir nøkur spøl, so næmingar kunnu spæla í fríkorterunum.
Vónandi taka tit væl undir við hesum tiltakinum.










