Fartelefonin drepur sáðkyknurnar

Fartelefonin í lummanum drepur sáðkyknurnar hjá monnum. Loysnin eru undirklæði, gjørd úr sanisilvur, siga vinnararnir av SkúlaFM í íverksetan.

Finalan í SkúlaFM í íverksetan var í Norðurlandahúsinum og eftir finaluna stukku vinnararnir inn á gólv í Miðlahúsinum.

 

Vinnandi hugskotið var CellShield Underwear hjá 9. flokki í Skúlanum á Fløtum.

 

Tær tríggjar, Súsanna Hilmarsdóttir, Barbara Reynheim Petersen og Helena Sunnsker, hava ment hugskotið um boksarashorts til menn, sum verja sáðgóðsku teirra.

- Menn ganga sera ofta við fartelefonini í lummanum, men kanningar vísa, at hetta er sera skaðiligt fyri sáðkyknurnar. Boksarashortsini sum vit hava ment, eru gjørdar úr tilfari, sum verja sáðkyknurnar frá skaðiligu strálunum frá fartelefonini, siga tær tríggjar.

 

Undirklæðini eru gjørd úr sonevndum sanisilvur klæði, eitt klæði, sum strálur ikki sleppa gjøgnum.

- Tá vit byrjaðu verkætlanina, tosaðu vit eitt sindur um hetta við skaðiligu telefonstrálunum. Tá fall prátið inn á, at menn ofta ganga við telefonini í lummanum og vit spurdu okkum sjálvar, um tað kundi vera farligt. Vit kunnaðu so okkum um málið, lósu greinar á internetinum og funnu út av, at tað var ikki heilt ófarlig. Katrin Kallsberg, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, greiddi okkum eisini frá, at sáðgóðskan hjá monnum gerst verri og at hetta er ein trupulleiki. Tí valdu vit at arbeiða víðari við júst hesum hugskotinum, siga tær.

 

Fíggjarliga ætlanin telur eisini í dómsviðgerðini og tær greiða frá, at eftir ætlan skulu undirbuksirnar seljast fyri 140 krónur stykkið. Av teimum eru 46 krónur í vinningi. Ætlanin er, at tær skulu vera til keyps í øllum handlum, har ein vanliga kann keypa undirklæði, umframt at tær kunnu seljast á Facebooksíðuni hjá felagnum.

 

Ætlanin er, at Tekniski skúli skal framleiða til føroyska marknaðin, men tá tey fara at leggja útlendska marknaðin undir seg leiga tey høli til framleiðsluna.

- Eingin okkara kennir til nakað líknandi. Katrin Kallsberg helt seg heldur ikki hava hoyrt um nakað líknandi, so líkt er til, at eingin kapping er á økinum, siga tær tríggjar.

 

Tær fingu góðar afturmeldingar frá dómsnevndini og tað bleiv staðiliga heitt á tær um at arbeiða víðari við uppskotinum.

- Vit vænta og vóna, at hetta verður veruleiki. Vit fara í øllum førum at arbeiða við málinum, siga Súsanna Hilmarsdóttir, Barbara Reynheim Petersen og Helena Sunnsker.

 

SkúlaFM er ein íverksetarakapping fyri 9. og 10. flokkar og NámX. Alt byrjar við nøkrum skeiðum í íverksetan, sum skúlarnir skipa fyri við ársbyrjan. Fyri kortum var so innanhýsis kapping í skúlunum og tvey hugskot úr Skúlanum á Fløtum sluppu víðari til finaluna í Norðurlandahúsinum.

 

Vinningurin er Gullfræið, sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, umframt ein kekk upp á 5.000 krónur. Hvør næmingur fekk eisini 1.000 krónur frá Føroya Tele. 

 

Seks bólkar vóru í finaluni. 10. flokkur í skúlanum á Fløtum endaði nummar tvey við einum hugskotið um rabarbuvín, meðan Skúlin við Løkin endaði nummar trý við einum hugskotið um magnetisk stálsúgvirør.