Farstøð, har tú arbeiðir fyri at koma víðari

Annita á Fríðriksmørk, valevni Tjóðveldisfloksins
???????
Fólkating er ikki ein farstøð, har tú situr og bíðar eftir og hyggur eftir fólki, til onkur annar kemur og avgerð, nær tú skalt víðari.
Fólkating er ein farstøð, har tú arbeiðir fyri at koma víðari, har tú brúkar teir møguleikar og tey amboð, sum eru til taks til tess at sleppa víðari.
Soleiðis síggi eg munin á teimum fólkatingsumboðum, sum hava viljað nakað á fullveldisleið, og so á teimum, sum onki hava viljað.
Vilt tú ikki víðari á fullveldisleið, hvat skalt tú so gera á Fólkatingi. Fortelja dønum um Føroyar? Jamen, hvør annar á Fólkatingið enn Norðuratlantsbólkurin og Erlendur Patursson í síni tíð, hevur skipað so fyri, at danir verða kunnaðir um Føroyar og um føroysk viðurskifti.
Um tú spyrt teg sjálva, hvør føroysk umboðan í Fólkatinginum fer at stríðast fyri t.d. hesum:
?at Føroyar ikki verða drignir inn í ES við t.d. nýggju ES grundlógini ella
?at vit fáa føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum ella
?upplýsa um týdningin, at eisini danir viðurkenna okkum sum tjóð, so vit kunnu samstarva á jøvnum føti við eisini danir.

Tað verður neyvan nøkur, sum fer at stríðast fyri hasum, sum ikki eisini ynskir, at vit eru eitt land javnbjóðis øðrum londum.
Kemur Tjóðveldisflokkurin innaftur við umboðan á Fólkating, so veit føroyingurin:
?at Føroyar fáa eitt sjónligt umboð og
?eitt umboð, sum hoyrist og
?eitt umboð, sum vil arbeiða fyri at koma víðari

Tey úrslit umboð floksins hava lagt eftir sær, og tær ítøkiligu ætlanir, sum flokkurin hevur við fólkatingssessinum, siga so mikið, at á Danatingið sita vit ikki og bíða eftir, til onnur eru klár.
Á Danatingi veist tú, at tú skalt arbeiða, og hvussu tú skalt arbeiða fyri at koma víðari!