Heilsumálaráðið hevur biðið sjúkrahúsverkið velja ein sálarfrøðing, sum kann taka lut á fundunum í farsóttarnevndini sum serkønur í sálarfrøði.
Hetta hendir eftir ynski frá landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, sjálvum.
- Vit hava nú havt hesa farsóttina í út við tvey ár og seta javnt og samt avmarkandi átøk í verk at tálma smittuútbreiðsluni. Tað er eyðsæð, at fólk verða støðugt meira sálarliga ávirkað av hesum, og hetta hava vit skyldu til at taka í størsta álvara.
Tí heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, tað vera rætt at knýta ein sálarfrøðing at farsóttarnevndini at ráðgeva í sálarfrøðiligum spurningum og meta um sálarligu árinini av ætlaðum átøkum.
##med2##
Sjúkrahúsverkið hevur sent tilmæli til Heilsumálaráðið, og landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, verður knýtt at farsóttarnevndini sum serkøn innan sálarfrøði. Annika er sálarfrøðingur og Phd og er knýtt at Deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, sum er partur av sjúkrahúsverkinum.
Annika Helgadóttir Davidsen hevur drúgvar royndir sum sálarfrøðingur og granskari og hevur millum annað granskað í, hvussu korona hevur ávirkað sálarheilsuna hjá føroyskum arbeiðstakarum.
Frammanundan eru átta limir í farsóttarnevndini: Michael Boolsen, fúti, Lars Fodgaard Møller, landslækni, Birna Mørkøre, landsdjóralækni, Leif Abrahamsen, stjóri á Gjaldstovuni og Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, eru fastir limir í nevndini. Afturat teimum hevur landsstýrið valt Turid Arge, aðalstjóra í Heilsumálaráðnum, Tummas í Garði, læknafakligan varastjóra í sjúkrahúsverkinum og Eyðun Mørkøre, stjóra í Taks.
Harumframt luttaka Bjarni á Steig, yvirlækni í sjúkrahúsverkinum og Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum ráðgevar á fundum í farsóttarnevndini.
Og nú verður sálarfrøðingur so eisini knýttur at farsóttarnevndini.












