Almenna Faroexpo Ráðstevnan verður hildin mikudagin 21. oktober kl. 13.00-16.30. Heitið á ráðstevnuni í ár er Nútímans leiðsla. Fýra fyrilestrahaldarar, fara at mynda ráðstevnuna.
Mennandi leiðsla í verki
Eitt av evnunum á ráðstevnuni er Mennandi leiðsla í verki. Fyrilestrahaldari er Hákun Djurhuus, stjóri á SEV. Hákun varð útbúgvin civilverkfrøðingur í 1986. Síðani lokna útbúgving, hevur hann m.a. arbeitt sum ráðgevi í byggivinnuni 1986-93 og sum leiðsluráðgevi í NFCS (Northern Fish Cold Storage) 1993-96. Í 1996 byrjaði hann í vanligum starvi hjá Dansk Shell, her starvaðist hann í 1 ár. Síðani tók hann við stjórastarvi á Føroya Shell og arbeiddi har í 10 ár. Í 2007 byrjaði hann í sínum núverandi starvi sum stjóri á SEV. Fyrilesturin fer at snúgva seg um tær royndir Hákun hevur gjørt sær gjøgnum árini sum stjóri. Víst verður m.a. á tey amboð, hann hevur brúkt fyri at røkka málum, og týdningin av at seta sær mál.
Hvussu møta vit avbjóðingum
Næsti fyrilestrahaldarin er Jógvan Fríðrikson, sum fer at halda ein fyrilestur undir heitinum Hvussu møta vit avbjóðingum. Jógvan er føddur í 1957 og uppvaksin á Strondum. Gudfrøðingur frá universitetinum í Århus 1985. Hevur virkað sum prestur síðani 1986 og gjørdist biskupur í 2007.
Jógvan er kendur fyri fyrilestrar um sosial etisk evnir. Hevur tikið virknan lut í almennum orðaskifti um samfelagsmál og tað menniskjansliga tilfeingið í privatari og almennari vinnu. Fyrilestrarnir eru mangan skeivir vinklar inn á tilveruna / lívið / stovnin / fyritøkuna.
Vanliga eru fyrilestrarnir einfaldir og lættir at lurta eftir. Tó, viðhvørt er hugmyndafrøðin flúgvandi ástøði og heimspeki og nemur evnir, har lurtarin sjálvur má hugsa, um fyrilesturin skal siga nakað. Fyrilestrarnir verða hildnir, men tað sagda er altíð ósagt. Niðurstøðan er lutur lurtarans.
Á Faroexpo Ráðstevnuni verður roynt verður at lýsa evnið, Hvussu møta vit avbjóðingum, úr ymiskum sjónarhorni, t.d. avbjóðing í mun til hvat / hvønn?, avbjóðing sum innan menniskjansligt fyribrigdi, avbjóðing sum rák í tíðini, avbjóðing sum fyribrigdi, avbjóðing sum persónligur og vinnuligur fyrimunur, avbjóðingin sum vøkunátt í hugsan, avbjóðingin gagnlig frameftir.
Hin skeivi fyrilesturin (undirhald við innihaldi)
Triðji fyrilesturin á ráðstevnuni verður Hin skeivi fyrilesturin. Jákup Veyhe heldur hendan spennandi fyrilestur. Jákup er sjálvlærdur og hevur fingist við sjónleik og film í fleiri ár. Hann hevur egið lýsingarvirki og hevur javnan leiklutir í skemtiligum lýsingum fyri eitt nú tryggingum og flogferðum.
Jákup gjørdist kendur um allar Føroyar, tá hann saman við Sjúrði Skaale gjørdi skemtisendingarnar Pipar & Salt. Seinnu árini hevur hann verið aktivur í umhvorvinum kring filmsverkstaðin Klippfisk, har hann er virkandi leiðari. Jákup skrivaði dialogin í sangleikinum "Skeyk", og hevur seinnu árini gjørt hoyrispøl til barnaútvarpið og satiru-innsløg til útvarpið.
Hvat eyðkennir rættar avgerðir
Niels Christian Nolsøe heldur seinasta fyrilesturin á ráðstevnuni. Niels Christian varð útbúgvin civilverkfrøðingur í 1986. Síðani lokna útbúgving hevur hann m.a. arbeitt sum processverkfrøðingur hjá Dansk Stålvalseværk A/S frá 1986-1990, og sum ráðgevi hjá Peter Mathiassen A/S frá 1990-1995. Í 1995 byrjaði hann í sínum núverandi starvi sum stjóri á Elektron.
Fyrilesturin fer at snúgva seg um tær royndir sum Niels Christian hevur gjørt sær gjøgnum árini sum stjóri. Nakrir av teimum spurningunum hann fer at royna at svara eru: Ber tað altíð til at analysera seg fram til røttu avgerðina?, Kann ein avgerð bert sigast at vera røtt um hon førir til ætlaða úrslitið?, Eru dømir um at feilir eru meira áhugaverdir enn tilætlaði úrslit?, kann tað í ávínum førum vera meira týdningarmikið at seta eina kós er enn at hava røttu kósina?
Ráðstevnan er almenn
Fyrilestrarnir eru viðkomandi bæði hjá eintaklingum og virkjum. Kunning og tilmelding á www.faroexpo.fo. Til ber eisini at ringja til VRG tlf. 666600.