Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, heldur, at umstøðurnar í ítróttarhøllini á Skála, har sjálv Faroexpo-vinnustevnan verður hildin í dag og til middags í morgin, eru góðar.
- Hesaferð var neyðugt at flyta henda partin av Faroexpo yvir á Skála, nú stór fimleikarhøll verður bygd upp í ítróttarhøllina í Runavík, har stevnan hevur verið hildin undanfarnu árini.
in.fo hitti borgarstjóran stutt eftir setanina í ítróttarhøllini á Skála í morgun, og hann heldur, at umstøðurnar á Skála eru góðar.
- Jú, hetta vísir seg at rigga rættiliga væl og soleiðis, sum eg havi lisið stemningin í høllini í morgun, eru fólk væl nøgd við umstøðurnar og tær tænastur, sum her eru.
Magnus Ramussen vísir á, at hallirnar á Skála og Runavík eru rættiliga líkar í skapi, og soleiðis eru umstøðurnar til básar og gestir annars eins góðar á Skála.
Hann vísir á, at hetta er níggjunda ári, at Faroexpo og mentanarvikan er, og hann fegnast um, at fólk hava lagt so nógva orku í at menna hesi tiltøk ár undan ári.
- Tá Faroexpo byrjaði, luttóku umleið 30 fyritøkur, og í dag tátta tær í sjeyti, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.