Faroexpo av bakkastokki

Týsmorgunin fór vinnustevnan Faroexpo av bakkastokki í Runavík. Stevnan er bygd upp sum eitt parneriat fyrrapartarnar, har vinnufyritøkur kunnu hittast og tosa um samstarvsmøguleikar. Eftir døgurða stevnudagarnar eru so ymiskur fyrilestrar á skránni.

Stevnan er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Tað vil siga, at hetta er fyrstu ferð, at ein føroysk vinnustevna verður skipað sum eitt partneriat. Stevnan er ikki opin fyri almenninginum, og fyritøkurnar, ið taka lut á stevnuni, hava í flestu førum valt ikki at gera so nógv burtur úr at prýða básarnar. Hetta gevur stevnuni ein meiri seriøsan dám, og tað sæst aftur, at luttakararnir fyrst og fremst eru komnir hagar at tosa við møguligar samstarvsfelagar um, hvussu økjast kann um virksemi hjá teimum ymsu fyritøkunum.

Føroyar og Danmark
Størri helmingurin av luttakarunum á Faroexpo eru føroyskar fyritøkur, og tær útlendsku fyritøkurnar eru við einum undantaki allar úr Danmark. Einasta undantakið er norski oljurisin Statoil.
Størsti parturin av donsku luttakarunum kemur úr Norðurjútlandi, og til dømis kann envnast, at úr Hirtshals eru umboð komin bæði fyri kommununa, havnina og vinnuráðið.
Sum áðurnevnt eru fleiri fyrilestrar á skránni, og hesir bera allir bráð av, at talan er um eina vinnustevnu.
Millum tey evni, ið verða umrødd á fyrilestrunum, eru eitt nú útflutningstrygging, oljuvinnan - avbjóðingar og veitingarkrøv, møguleikar á føroyska virðisbrævamarknaðinum, og annað, ið hevur við vinnulív at gera.
Faroexpo byrjaði týsmorgunin, og stevnan endar hósdagin, tá ið stevnuluttakararnir fara á virkisvitjan.