Tað er í annaðkvøld klokkan átta, at ljóskastarin verður varpaður á føroyskan tónleik í farna árinum, tí tá verður stóra FMA-hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum.
Tað eru Norðurlandahúsið, Kringvarpið og Miðlahúsið, ið skipa fyri hesum stóra tónleikafagnaði, har nógvur livandi tónleikur er á skránni og ikki færri enn 21 virðislønir skulu handast
Tey, sum fara at framføra tónleik, eru Alvi Joensen, Vágaverk, Systrar, Sakaris. Yggdrasil, Dánjal á Neystabø, Tollarar Og Syndarar, AVE, Quarter To Three, Hallelujah Sofus, Greta Svabo Bech, Signar í Homrum, Kristina Bærentsen, TÝR og Eksperiment.
Rólant Waag Dam er samskipari av Faroese Music Award, og var gestur í tíðindunum á Rás 2 í dag.










