Faroedating.fo sera væl vitjað

Faroedating.fo er vorðið alsamt meira populert, og síðan frammarlaga yvir væl vitjaðar síður í Føroyum. Faroedating.fo liggur í dag nummar 16 á vevmátingarlistanum, og síðan hevur okkurt um 3100 limir. Eftir øllum at døma hava føroyingar tørv á slíkari internet dating síðu, og í hesum sambandi hava fyrireikararnar gjørt av at hava eina veitslu fyri limunum í faroedating.fo har øll, í størri ella minni mun, skulu verða dulnevnd.

 

Meira verður vónandi at frætta um hetta tiltakið ein av komandi døgunum.