Enn eitt føroyskt flogfelag hevur sæð dagsins ljós. Talan er um FaroeCopter, sum er dótturfelag hjá danska tyrlufelagnum DanCopter, ið arbeiðir í frálandavinnuni í Norðsjónum. Sambart stjóranum í DanCopter, Susanne Lastein, fer føroyska felagið uppá sikt at hava eini 15 fólk í arbeiði, tað verið seg flogskiparar, mekanikarar o.o. Higartil hava tey so sett nøkur fólk, eitt nú tveir flogskiparar, sum búgva í Føroyum.
Felagið hevur lagt boð inn uppá at flyta oljuarbeiðarar millum boripall og floghavnina í Vágum, tá Statoil samtak fer at bora í summar. Sosialurin skilur, at tað enn eru samráðingar millum Statoil-samtakið og tyrlufeløg um flutningin. Umframt
FaroeCopter hevur eisini Atlantic Airways bjóðað sær til at taka sær av flutninginum.
Talan er um tveir ymiskar sáttmálar. Annar fevnir um flutning millum boripall og land, meðan hin sáttmálin er Search and Rescue, tvs. at hava tyrlu standandi klára, um okkurt óhapp skuldi hent í sambandi við boriverkætlanina.
Susanne Lastein, stjóri í DanCopter sigur, at tey eru í samráðingum við Statoil og roknar hon við, at ein sáttmáli er komin undir land innan fjúrtan dagar ella so. Enn hava vit ikki undirskrivað ein sáttmála, men vit hava so vónir um, at hetta verður gjørt í næstu framtíð sigur hon. Sum skilst er møguleiki fyri, at arbeiðið verður lutað sundur til bæði FaroeCopter og Atlantic Airways.
-Vit trúgva, at vit fáa henda sáttmálan, men skuldi tað hent, at hann gleppur okkum av hondum, so hava vit møguleika at brúka flogskipararnar og onnur hjá FaroeCopter aðrastaðni. Arbeitt verður við at finna høli í Føroyum og verða tey tikin í brúk so skjótt ein sáttmáli er undirskrivaður.
Kapping skapar arbeiðspláss
-Er møguleiki fyri, at tit fáa ein sáttmála saman við Atlantic Airways.
-Tað skuldi borið til, men so verður talan um tveir ymsar sáttmálar, t.d. ein fyri flutning av fólki og ein fyri SAR, trygdina. Okkara kjarnuøki er flutningur offshore.
Ein møguleiki er so, at FaroeCopter fer at standa á odda fyri flutninginum millum pall og flogvøll og Atlantic Airways at standa fyri trygdarpartinum. Susanne Lastein sigur, at tað enn er ov tíðliga at siga við vissu, hvussu hetta fer at taka seg út. Men hon ivast onga løtu í, at tað eigur at vera pláss fyri bæði teimum og Atlantic Airways og nevnir í hesum sambandi, at tað er sera gott og sunt við kapping og vísir til gongdina í Esbjerg, har tað fyrr bert var eitt tyrlufelag, nevniliga Canadian Helicopters, men síðani DanCopters kom inn í myndina í 2002, hevur hetta verið við til at skapa nógv nýggj arbeiðspláss. Í byrjanini var eitt sindur av ónøgd við hesa nýggju støðuna, men tað skuldi vísa seg at vera best fyri allar partar sigur Susanne Lastein.
Susanne Lastein sigur, at um FaroeCopter fær lut í sáttmálanum, so fara tey at seta fleiri føroyingar í starv. Tá talan er um arbeiði á landi og trygd, so verður einans talan um føroyingar, sum kenna til viðurskiftini í Vágum. Tey hava í løtuni tríggjar føroyskar flogskiparar og eisini fleiri aðrar flogskiparar, mekanikarar oo., sum áður hava virkað í flúgving uppá Føroyar og sum tí kenna viðurskiftini væl. Um so er at vit megna at menna marknaðin í Føroyum, verður grundarlag fyri at seta fleiri fólk í fast starv, men hetta ber sjálvandi ikki til her og nú, har ein møguligur sáttmáli bara fevnir um arbeiði í nakrar mánaðir. Men Susanne Lastein leggur tó dent á, at ein uppgáva sum henda at røkja flutningin til boripall á landgrunninum í summar, kann vera lopfjølin til at menna føroyska dótturfelagið, soleiðis at flogskiparar t.d. kunnu vera til arbeiðis í Norðsjónum, tá einki arbeiði er í Føroyum. Uppá longri sikt, um olja verður funnin, hvat hon vónar, so verður brúk fyri nógvum tyrlum til frálandavinnuna í framtíðini.
Hetta i kassa fyri seg
Fingið flúgviloyvi
Tað eru nøkur ár síðani, at umboð fyri DanCopter vitjaðu hjá Bjarna Djurholm í Tinganesi og løgdu inn eina umsókn um góðkenning at kunna flúgva í Føroyum. Orsøkin var tann, at felagið hevur flogskiparar, sum eru vanir at flúgva uppá Føroyar, og tað er so fyri at kunna troyta hesa vitan og royndir, at felagið hevur sett út í kortið eina ætlan um at vera partur av føroysku frálandavinnuni. Sum partur av hesi verkætlan var eitt føroyskt felag stovnað í fjør. Tað er FaroeCopter, sum síðani hevur latið umsókn inn at flyta fólk millum boripall og land í summar. Felagið hevur eina tyrlu til endamálið. Tyrlan er fronsk av slagnum Dauphen M3, eisini kend sum AF365M3. Hon kann taka 11 fólk men vanliga flyta tey 8 fólk. Susanne Lastein sigur, at tey hava ikki tørv á størri tyrlu, nú tað ikki er so langt at flúgva. Talan er um einar 80 fjórðingar úr landi til Brugduna, sum boristaðið á landgrunninum eitur.