FAROE5 hugtóku og imponeraðu Nik & Jay og hansara fólk í gjárkvøldið, tá ið privat veitsla var í Café Natúr eftir teirra framførslu á Summarfestivalinum
Sum teir einastu føroysku tónleikarnir, vóru tær nevniliga bodnar at
upptraðka fyri millum øðrum Nik & Jay, á afterparty?inum á Café Natúr fyri
innbodnum.
- FAROE5 hava fingið sera góð ummæli fyri seinastu konsertirnar, sum
vóru við Múrin og á FUTT í BÝIN. Á hesum konsertum hava genturnar
havt tónleikarar afturat sær, og millum annað hetta hevur lyft støðið hjá
bólkinum, sigur Eyðfinn Jensen, umboðsmaður hjá bólkinum.
Høvi verður at uppliva FAROE5 á SummarFestivalinum í morgin kl. 15 á
Stóra Pallinum.










