Í farnu viku kunngjørdi Faroe Ship broytingar í siglingarkervinum. Siglingarkervið er útbygt til at fevna um tríggjar leiðir við fimm skipum hjá Faroe Ship. Millum annað hevur Faroe Ship gjørt avtalur við Maersk og Containership um flutning til mið- og fjareystur, Suður Amerika, Russland og baltisku londini v.m. Føroyaleiðin siglir beinleiðis úr Føroyum til
Danmarkar mikudag, Suðurleiðin siglir beinleiðis til Bretlands fríggjadag, og Norðurleiðin siglir beinleiðis til Evropa leygardag, sum leggur at í Rotterdam. Innflutningur frá øllum Evropa kemur við Føroyaleiðini, og Norðurleiðini til Føroya í vikuskiftinum. Sagt verður í tíðindaskrivinum, at nýggja siglingarætlanin ger, at Faroe Ship nú kann bjóða allar loysnir innan bingjuflutning.
Men broytingarnar hava eisini við sær, at eini túrurin hjá Bliki úr Århus verður strikaður.
- Vit eru givin við túrinum hjá Bliki úr Århus týsdag, og harvið flutninginum av frukt og grønmeti úr Århus, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship.
- Vit hava roynt flutningin av frukt og grønmeti tvær ferðir um vikuna í umleið eitt hálvt ár, men tað vísir seg at mongdirnar eru ov lítlar til at tað ber seg, sigur stjórin í Faroe Ship.
Í staðin hevur Faroe Ship valt at fokusera á fáa feskan fisk og laks av landinum mikudag og fríggjadag, og síðan at hava fríska vøru í handlunum mándag.