Faroe Ship økir um komu- og fráferðirnar

Við at økja um farleiðirnar eru tey í Faroe Ship sannførd um, at tey hava bestu innflutnings- og útflutningsloysnir á marknaðinum. Frá mars 2009 kemur Faroe Ship at reka 3 leiðir millum Føroyar og útheimin við 5 skipum.

Hesi eru: Norðurleiðin við Goðafoss, Dettifoss, Suðurleið við Brúðarfoss, Selfoss og Føroyaleiðin við

Bliki.

Umframt at vera partur av siglingarkervinum hjá Eimskipum hevur Faroe Ship gjørt avtalur við

Mærsk og Containership um flutning til eitt nú mið- og fjareystur, Suður Amerika, Russland og

baltisku londini.

Harumframt er samstarv gjørt við Eimskip-CTG, so Faroe Ship kann bjóða ?reefer? flutning av størri lastum.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Farie Ship sigur, at siglingarkervið er tillagað ynski kundans, og at tey eru sannførd um, at Faroe Ship nú hevur bestu innflutnings- og útflutningsloysnir á marknaðinum.

Føroyaleiðin siglir beinleiðis úr Føroyum til Danmarkar mikudag, Suðurleiðin siglir beinleiðis til UK fríggjadag, og Norðurleiðin siglir beinleiðis til Evropa (Rotterdam) leygardag. Innflutningur úr øllum Evropa kemur við Føroyaleiðini og Norðurleiðini til Føroya í vikuskiftinum.

Nýggja siglingarætlanin ger, at Faroe Ship nú sigur seg kunna bjóða allar loysnir innan bingjuflutning. Tað er stykkjagóðs (LCL), bingju loysnir (FCL): 20 fót, 40 fót, og sum nakað nýtt eisini 45 fót.