Faroe Seafood verður neyvan selt undir einum

- Einki beinleiðis boð er komið upp á allar ognirnar hjá Faroe Seafood undir einum. Kortini er okkurt av boðunum orðað soleiðis, at viðkomandi partar eru sinnaðir at tosa um alt búgvið, sum tað er, sigur Eyðfinnur Jacobsen, bústjóri

FAROE SEAFOOD

Í morgun er einki nýtt at frætta frá bústjórunum, sum umsita ognirnar eftir trotabúgvini hjá Faroe Seafood. Teir tríggir bústjórarnir, Eyðfinnur Jacobsen, Ingi Højgaard og Christian Andreassen, fara eftir tí, ið sagt hevur verið, at gjøgnumganga tey 15 tilboðini, sum eru komin inn upp á virkir og skip, sum vóru í ymiskum feløgum hjá Faroe Seafood.
Freistin at bjóða upp á hesar ognir, var úti á midnátt seinasta fríggjakvøld, og sum skilst á bústjóranum, Eyðfinni Jacobsen, var einki beinleiðis boð komið upp á allar ognirnar undir einum. Kortini er okkurt av boðunum orðað soleiðis, at viðkomandi partar eru sinnaðir at tosa um alt búgvið, sum tað er.

Samráðingar
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at í lýsingini tilskilaðu bústjórarnir sær rættin til at tosa við tey, sum komu við tilboðum, sum bústjórarnir hildu verða verd at samráðast um.
- Nú nú skulu vit fyrst kanna øll tilboðini og samanhalda tey við skuldina hjá búnum. Tað arbeiði fara vit í gongd við í dag, sigur Eyðfinnur Jacobsen.
Bústjórin vil ikki nevna nakrar upphæddir, men heldur, at har eru boð, sum eru verd at tosa nærri um.
- Tað eru tríggjar lánsveitararnir, sum skulu góðtaka eina møguliga sølu – treytað av, at teir ikki verða inndekkaðir. Verða teir tað – og virki ella skip verða seld fyri meira enn skuldina, er tað búgvið einsamalt, sum hevur avgerðina, leggur hann aftrat.

Heima og úti
Undir samráðingunum, sum standa fyri framman, skal búgvið finna út av, um prísir kunnu justerast - og um møgulig sølan skal fevna um annað enn akkurát tað, sum stendur í ymsu tilboðunum.
Eyðfinnur Jacobsen sigur, at tey 15 innkomnu boðini eru bæði frá føroyingum og útlendingum, og tey eru bæði upp á skip og virki saman og skip og virki hvør sær.
- Eg vóni, at sølur kunnu avgreiðast skjótt, og eg vóni somuleiðis, at vit ikki eru komin langt út í mars mánað, áðrenn avgerðir fella, sigur bústjórin.