Faroe Seafood temadag í Suðuroy

Faroe Seafood í Vági hevur higartil í ár keypt og virkað millum 4.000 og 5.000 tons av ráfiski, mest upsa, men nakað er eisini keypt av svartkalva, havtasku og hýsu Í dag hevur leiðslan í Faroe Seafood havt árligan temadag í Suðuroy.

Einir 15 leiðarar hjá felagnum innan virkis-og skiparakstur hava tosað um felags virksemi og viðurskifti.

John Nielsen, virkisleiðari á virkinum hjá Faroe Seafood í Vági, sigur, at fundarvirksemið í Suðuroy einki hevur verið virkið í Vági at gera meira enn við annað virksemi hjá felagnum.

- Hetta er ein árligur temadagur, sum felagið hevur á hvørjum ári og fyri tað, um hesin fundur liggur í Suðuroy hesaferð, nýtist hetta ikki at merkja, at alt virksemið snýr seg um virkið í Vági, sum hann tekur til.

John ásannar, at lítið fiskaarbeiði hevur verið á virkinum í Vági í seinastuni, men hann vónar, at meira verður at gera, tá upsaveiðan verður betri aftur, samstundis sum fleiri skip nú aftur eru á upsaveiði.

Faroe Seafood í Vági hevur higartil í ár keypt og virkað millum 4.000 og 5.000 tons av ráfiski, mest upsa.

- Vit virka portiónir úr upsa, men vit hava eisini keypt nakað av hýsu, svartkalva og havtasku.

John vísir á, at virkið í Vági hevur umleið somu møguleikar til virking av upsa, sum virkini hjá felagnum í Havn, Vestmanna og Saltangará hava.

Tá alt er, sum vanligt, og nóg mikið er av ráfiski, eru millum 100 og 120 fólk til arbeiðis í tveimum vaktum á virkinum í Vági.

Fyrra vaktin arbeiðir frá 08-16 og hin seinna frá klokkan 16 til midnátt.

John Nielsen sigur, at virkið í Vági hevur ongantíð verið stongt í summar, men nakað av virksemi hevur verið við eitt nú svartkalva, havtasku og hýsu.