Faroe Seafood
Í dag hava Framtaksgrunnur Føroya og ein bólkur av íleggjarum gjørt avtalu um keyp og sølu av P/F Faroe Seafood. Partarnir eru samdir um ein prís fyri samlaðu fyritøkuna upp á 112 mio krónur.
Framtaksgrunnurin fer framvegis at eiga ein fittan part av felagnum, nevniliga 32,5%, og næst størsti íleggjarin er íløgufelagið Notio, sum kemur at eiga 28%. Íslendska dótturfelagið hjá tryggingarfelagið, VÍS, Traustfang hf., kemur at eiga 17% og Kaupthing sløk 8% av partapeninginum. Aðrir íleggjarar er felagið, Sp/f 14, sum Poul Mohr og aðrir eiga og felagið, P/F Vinnan í Gøtu. Hesir partar verða ávikavist góð 5 % og eini 3%.
Aftrat nevndu íleggjarum, kemur leiðslan í P/F Faroe Seafood at eiga eini 5-6% í felagnum.
Veksandi virksemi
Á tíðindafundi í morgun, varð greitt frá, at nýggju eigararnir ætla at veksa um virksemið hjá Faroe Seafood, serliga uttanfyri landoddarnar.
- Felagið hevur í dag góðar vakstrarmøguleikar við framhaldandi at troyta tey virðir, sum eru vorðín støðið undir virkseminum. Fyri at fremja hesar vakstrarmøguleikar, er neyðugt við styrktum fíggjarligum grundstøði, men hesar møguleikar hevði Framtaksgrunnurin, sum einsamallur eigari, ikki. Viðtøkurnar hjá grunninum avmarkaðu nevniliga hesar møguleikar.
Saman við nýggju eigarunum kann Framtaksgrunnur Føroya verða við til at menna felagið til eina meira heilskapaða fiskivinnufyritøku við einum betri og tryggari rakstrarligum og fíggjarligum støði.
- Við hesum kann eisini núverandi ognarparturin hjá grunninum økjast í virði.
Álit á leiðslu
Í tíðindaskrivi, sum Framtaksgrunnurin legði fram á fundinum, verður sagt:
- Tað hevur stóran týdning fyri framhaldandi áhugan hjá Framtaksgrunninum at vera parteigari og eisini fyri nýggju partaeigararnar, at verandi leiðsla er partur av keypssamtakinum.
Í skrivinum verður eisini sagt, at nýggju eigararnir hava sett sær sum mál at skráseta felagið á einum partabrævamarknaði skjótast gjørligt.
Vinningur
Dagmar Joensen, nevndarformaður í Framtaksgrunni Føroya, kunnaði eisini um gongdina, síðan grunnurin fór upp í hetta vinnuvirksemi.
- Síðan sølutilgongdin byrjaði, hevur Framtaksgrunnur Føroya fingið staðfest virðir í P/F Faroe Seafood upp á 132 mió krónur. Áður hevur grunnurin fingið 14,5 mió krónur í vinningsbýti frá upprunaligu feløgunum, P/F Føroya Fiskasølu og P/F Føroya Fiskavirking.
Í tíðindaskrivinum verður víst á, at tilsamans er talan um 146,5 mió krónur, sum gevur Framtaksgrunni Føroya ein vinning higartil upp á upprunaligu íløgurnar svarandi til 36,5 mio krónur umframt, at grunnurin framvegis er partaeigari í felagnum.