Tað eru ivaleyst mong, sum ikki vita nágreiniliga, hvussu stórt virksemið hjá samtakinum Faroe Seafood í veruleikanum er. Flestu kenna virkini og vita, at nógv fólk tilsamans arbeiða her, men skipini eru nógv fleiri í tali, enn mangur gevur sær far um.
Samtakið Faroe Seafood eigur 100% í partrolarunum Heyki, Falki, Róki, Lerki, Stelki og Baki ? og 66% í partrolarunum Jaspis og Ametyst. Haraftrat eigur samtakið 50% í djúpvatnstrolaranum, Ednu.
Á landingarmiðstøðini Kongshavn arbeiða eini 40 fólk, og gjøgnum eitt ár kemur rættiliga nógvur fiskur upp her.
Hyggja vit eftir samlaðu landingunum hjá Kongshavn fram til endan av oktober fýra fylgjandi ár á rað, eru tølini hesi: 2010 (25.700 tons), 2009 (33.900), 2008 (28.400) og 2007 (24.000 tons).
Við skipunum, sum felagið eigur ella eigur part í, eru einir 100-120 mans tilsamans.
Í løtuni er ógreitt, hvørji skip koma at sigla, og hvørji helst ikki koma.
Greitt er hinvegin, at øll fiskavirkini lata aftur, tá møguligur fiskur, sum liggur niðurfyri, er arbeiddur.
Líkt er heldur ikki til, at landingarmiðstøðin Kongshavn kann hava virksemið koyrandi, nú samtakið fer í Skiftirættin og soleiðis eisini á húsagang.