Faroe Pride í dag

Klokkan 16 í dag byrjar stóra almenna Faroe Pride skrúðgongan. Stóra undirtøkan í fjør hevur gjørt, at tiltakið nú er flutt oman á Kongabrúnna

 

Talan er um árligt tiltak har samkynd, tvíkynd, transpersónar og teirra hinkyndu stuðlar, fáa møguleika at gera vart við seg, vísa at tey eru til og at tey eru errin av at vera til. Hetta er samstundis eitt tiltak, ið heiðrar ymisleikan hjá føroyingum og setur fram ynski um javnbjóðis rættindi fyri allar borgarar í Føroyum.

Byrja verður við Gundadalshøllina, har hitað verður upp. Síðan verður gingið oman gjøgnum miðbýin, har enda verður niðri á Kongabrúnni við stórum ókeypis familjuvinarligum tiltaki.

Eins og í fjør, so fer mannamúgvan at hoyrast og síggjast aftur, og ætlanin er at veruliga seta lit á Havnina henda seinnapartin í juli. Skrúðgongan er ikki einans ætla LGBT-limum, men øllum føroyingum, ið ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.

Tey luttakandi á tiltakinum á Kongabrúnni vera: Teitur, Grandma ´s Basement, Jens Marni, Sakaris, Marius Ziska og fleiri onnur. Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnarnevndin hjá Tórshavnar býráð, setur Faroe Pride 2013.

Tiltakið í fjør fekk sera stóra undirtøku og løgreglan metti, at talan var um meira enn 5.000 fólk, sum fyltu Tórsgøtu, meðan konsertin við Eivør, Nalju, 200 og øðrum fór fram. Avgjørt er tí at flyta tiltakið oman á Kongabrúnni í ár. Hetta fer at økja um trygdina á tiltakinum og fer samstundis at geva áhoyrarunum betri pláss.