Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur fingið handað sjey nýggj leitiloyvi á norskum øki, sum felagið søkti um í 2011 APA útbjóðingarumfarinum.
Halten Terrace økið í Norska havinum hevur roynst felagnum serstakliga væl, og felagið fekk tillutað tvey nýggj loyvir á økinum:
PL645 - Novus. Faroe Petroleum er fyristøðufelag og hevur 50%, Centrica hevur 40% og Skagen44 10%. Loyvið liggur í ein útsynning úr Heidrun framleiðslueindini. Felagið hevur gjørt nógv forarbeiði á loyvinum fyri at minka um váðan, áðrenn umsøknin um loyvið varð handað, og hetta hevur gjørt tað at møguligt at stytta um tíðarskeiðið fyri verkætlanina, sum er at endurviðgera verandi 3D seismik, og síðani bora ein brunn á loyvinum.
PL644 - Aerosmith. Faroe Petroleum hevur 20%, OMV 30% og er fyristøðufelag, Repsol 20%, Centrica 20% og Skagen44 10%. Loyvið liggur umleið 20 km frá Morvin og Smørbuk framleiðslu- eindunum. Høvuðsleitimiðið er meinlíkt tí á T-Rex, har borað verður í løtuni.
Felagið fekk tillutað trý loyvir í norður Norðsjónum, og hesi liggja á einum sera virknum leitiøki við framleiðslu og undurstøðikervi:
PL414B - Oksen. Faroe Petroleum hevur 20%, Det Norske 40% og er fyristøðufelag, Noreco 20% og Bayerngas 20%. Økið er handað sum ein víðkan av PL414 loyvinum, ið felagið er partur av, og har Kalvklumpen verður boraður í løtuni. Verkætlanin er knýtt at ætlanini á loyvi PL414.
PL627 - Shango. Faroe Petroleum eigur 20%, Total 40% og er fyristøðufelag, Centrica 20% og Det Norske 20%. Á økinum eru fleiri leitimið, ið øll liggja stutt frá framleiðslueindum.
PL629 - Darling. Faroe Petroleum hevur 20%, Bridge 40% og er fyristøðufelag, Concedo 20% og Centrica 20%. Økið liggur í ein landsynning úr Frigg framleiðslueindini og norðanfyri Vilje, Vale og Frøy framleiðslu- eindirnar.
Egersund øki í Norðsjónum er nýtt øki hjá felagnum, men starvsfólkið hevur drúgvar royndir á økinum frá Oljufelagnum Paladin Resources, sum fleiri av starvsfólkunum komu frá í 2006:
PL621 - Epsilon. Faroe Petroleum eigur 75% og er fyristøðufelag og Noreco 25%. Tað tillutaða økið er bert 5 km vestanfyri Yme framleiðslueindina hjá Talisman Energy.
PL620 - Lola. Faroe Petroleum hevur 50% og er fyristøðufelag, Noreco 25% og Edison 25%. Økið liggur sunnanfyri Yme framleiðslueindini.
Burtursæð frá PL645 Novus loyvið, har feløgini hava bundið seg til at bora ein brunn, og PL414B, har verkætlanin er knýtt at PL414 Kalvklumpen, fevna verkætlaninar á loyvunum um útvegan, viðgerð og tulking av 2D ella 3D seismikki, og feløgini hava ímillum eitt og trý ár at avgera, um borast skal ella um loyvið skal innlatast.
Faroe Petroleum er sera fegið um at hava fingið sjey leitiloyvi í norska 2011 APA útbjóðingarumfarinum. At fáa sjey loyvir í harðari kapping, prógvar dugnaskapin hjá starvsfólkunum. Í trimum av loyvunum er Faroe Petroleum fyristøðufelag, og ognarparturin er ímillum 20% og 75%, sum vísir okkara vaksandi framsøkni fyri leiting í Noregi. Tillutingin førir við sær, at felagið verður partur av fleiri nýggjum samstørvum, samstundis sum at tað góða samstarvið við Centrica heldur fram. Saman við Centrica hevur felagið gjørt trý fund í Noregi seinastu tvey árini, sigur Graham Stewart, forstjóri.
Í løtuni verða T-Rex og Kalvklumpen brunnarnir boraðir á norskum øki. Dagføringar verða givnar um hesar brunnarnir, tá tær eru tøkar. Brunnarnir eru liðir í einari sera virknari leitiverkætlan í 2012, sum eisini fevnir um brunnar á North Uist vestan fyri Hetland, og Clapton, Cooper og Rodriguez/Santana í Noregi.