Faroe Petroleum leitiloyvi í Íslandi

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur fingið handað nýggj fyribils leitiloyvi á Dreki økinum á íslendska landgrunninum í sambandi við annað íslendska loyvisumfar. Loyvini eru sera umfatandi og fevna um 7 teigar suður úr Jan Mayen Rygginum, innanfyri norðurpólkringin og eystanfyri Ísland.

Legugrýtisskipanin millum Jan Mayen og Ísland er lík tí í Norskahavi har fleiri stórar oljukeldur eru funnar og útbygdar, men er ikki kannað. Ábendingar eru um eina virknað kolvetnisskipan á hesum nýggja markleiðsøki. Á íslendska partinum av Dreki økinum hevur Faroe Petroleum kortlagt fleiri stór leitimið, harav eitt av hesum er ”Gram”, sum liggur á teigunum IS6708/1,2, og IS6708/8,9,10,11,12.

Verkætlanin fyri loyvini fevnir um endurviðger av seismikki, ymsar kanningar og møguliga skjóting av nýggjum seismikki. Tekniska deildin hjá Faroe Petroleum hevur týðandi royndir frá Bretlandi, Føroyum og Noreg, sum verða nýttar á hesum nýggju loyvum.

Vísandi til avtalu ímillum Noreg og Ísland um felags samstarvsøki, boðaði norska Olju- og Orkumálaráðið frá, at tað luttekur við 25% í teigunum IS6708/8,9,10,11,12, við felagnum Petoro AS, sum norska stjórnin eigur. Avgerðin skal tó fyrst góðkennast at norska stórtinginum.

Faroe Petroleum verður fyristøðufelag á leitiloyvunum við 67,5% í teigunum IS6708/8,9,10,11,12 saman við Petoro (25%) og Icelandic Petroleum (7,5%). Á teigunum IS6708/1,2, sum liggja uttanfyri tað norska og íslendska samstarvsøkið, verður Faroe Petroleum fyristøðufelag við 90% saman við Icelandic Petroleum, ið hevur 10%.

Felagið fegnast um nýggju loyvini, sum geva atgongd til íslendska oljuvinnu, og eru týðandi framhald av okkara markleiðsøkjum vestan fyri Hetland, Norskahavi og norska partinum av Barentshavi.

Eins og við okkara Barentshavsloyvum verður mett, at á nýggju íslendsku Jan Mayen loyvunum, eru góðir møguleikar fyri at finna kolvetni, eins og at tað liggur í einum ísfríðum øki. Sæð verður fram til at samstarva við íslendskar myndugleikar og samstarvsfelagar fyri at menna hesar týðandi møguleikar.

Felagið boðar eisini frá, at North Uist boringin heldur fram vestan fyri Hetland. Skjótt verður byrjað at bora á South Rodriguez á norskum øki, og síðani luttekur felagið í Darwin brunninum í norska partinum av Barentshavi í fyrsta ársfjóringi í komandi ári.