Faroe Petroleum keypt part av leitiloyvi

Faroe Petroleum hevur keypt 14% av norska leitiloyvinum PL289 frá Gaz de France Norge. Á loyvinum er stóra prospektið Marsvin, sum ætlandi skal borast í apríl mánaði í ár Loyvið PL289 liggur á markinum millum Noregi og Danmark og nær við loyvi PL147. Trym gasskeldan er á hesum loyvi, sum væntandi verður útbygd til framleiðslu. Faroe Petroleum keypti fyri stuttum 10% av hesum loyvi frá Shell.

Umframt Marsvin, sum er eitt oljuprospekt, eru tvey onnur prospekt á loyvinum, og øll hesi liggja nær við Trym. Hini oljufeløgini, sum eiga PL289, eru Dong Energy (40%), Talisman (30%) og Gaz de France (16%). Dong Energy er fyristøðufelag.

Marsvin prospektið verður borað á norskum øki, og tað er boripallurin Mærsk Guardian, sum skal bora. Dýpið er bert 65 metrar, og tað fer at taka umleið 60 dagar at bora niður á ta væntaðu oljukelduna.

Keypið er í samsvari við strategi felagsins um at hava eina portifølju av virðisskapandi loyvum á norskum øki og vera við til at bora munagóðar brunnar.

Faroe Petroleum hevur nú 11 loyvir í Noregi. Avtalan er treytað av góðkenning frá avvarðandi myndugleikum eins og oljufeløgunum, sum eiga í loyvinum.

Kelda: Føroya Banki