Faroe Petroleum keypir part av oljukeldu í Norðsjónum

Faroe Petroleum boðar frá í morgun frá, at felagið hevur keypt 28 prosent av bretsku loyvunum P128 og P588, ið fevna um Perth oljukelduna.

Perth oljukeldan liggur eini 100 sjómíl í ein landnyðring úr Aberdeen á teigi 15/21c, sum saman við teigi 15/21b, er partur av loyvi P588. Havdýpið á økinum er umleið 130 metrar.

Møguleikarnir fyri at flyta kolvetni frá Perth oljukelduni eru góðir, tí skamt frá Perth liggja Tartan og Scott framleiðslupallarnir. Perth oljukeldan varð funnin í 1983, og síðani eru tríggir metingarbrunnar og ein síðusporsbrunnur boraðir á loyvunum. Tann seinasta av hesum boraði Hess í 1997. Royndarframleiðslur hava givið 1.000 til 6.000 tunnir av olju um dagin; oljan í Perth inniheldur súrgass.

Felagið fer at arbeiða saman við nýggja fyristøðufelagnum Deo Petroleum fyri at kanna fleiri leiti‐ og metingarmøguleikar á loyvunum. Tekniskar avbjóðingar skulu eisini loysast, áðrenn avgerð um at menna Perth oljukelduna verður tikin.

Faroe Petroleum keypir 28% av loyvinum frá Nexen Petroleum U.K. Limited. Avtalan er treytað av góðkenning frá bretskum myndugleikum og verandi loyvishavarum. Hini feløgini á loyvunum eru Deo Petroleum UK Limited, sum eisini er fyristøðufelag við 42%, Mærsk Oil við 19% og Atlantic Petroleum við 11%.

- Perth kann gerast ein týðandi útbygging um stutta tíð, og góðir møguleikar eru fyri at knýta onnur fund at útbyggingini, eins og at fleiri leitimøguleikar eru á loyvunum. Felagið fegnast um at fáa ein týðandi leiklut í virðisøkingini av Perth við nýtslu av okkara tekniska førleika til at kanna hesar møguleikar, áðrenn avgerð um útbygging verður tikin, sigur Graham Stewart, forstjóri, í viðmerking.