Faroe Petroleum boðar frá, at avtala er gjørd við ENI UK Limited og ENI ULX Limited um keyp av 18% av Blane oljuleiðini fyri £60 milliónir (umleið kr. 500 mió.) umframt 20% av Rannvá leitiloyvunum á Atlantsmótinum, sum felagið er fyristøðufelag fyri og eigur 100% av.
Keypsprísurin uppá £60 milliónir er roknaður frá 1. juli 2010, og ávísar dagføringar verða gjørdar frá hesum degi inntil keypið er endaliga avgreitt. Keypið verður fíggjað við tøkum peningi, og verandi lánifasiliteti. Keypið er treytað av, at verandi loyvishavarar ikki gera nýtslu av teirra forkeypsrætti, eins og góðkenning frá myndugleikum.
Blane oljuleiðin, sum liggur á loyvi P.111 í bretska Norðsjónum nær við norska markið, varð funnin í 1989, og framleiðsla byrjaði á Blane í septembur 2007. Blane er útbygd sum ein undirsjóvarframleiðslueind, og er bundin til Ula pallin hjá BP í norskum sjógvi við einari 34‐kilometra rørleiðing. Blane hevur í løtuni tveir horisontalar framleiðslubrunnar og ein vatninnspræningsbrunn (sí mynd). Aðrir loyvishavarar á Blane eru Talisman (43%), sum er fyristøðufelag, Roc Oil (12.5%), Nippon Oil (14%) og Dana Petroleum (12.5%).
Framleiðslukostnaðurin á Blane er lágur samanborið við aðrar oljuleiðir. Blane framleiðslan í septembur mánaða í ár var 11.964 føt av olju um dagin brutto, sum svarar til 2.154 føt um dagin netto fyri Faroe Petroleum. Samlaða olju‐ og gassframleiðslan hjá felagnum aftaná keypið av Blane verður meiri enn 3.000 føt av olju um dagin (tá gass er umroknað olju).
Óheftir serfrøðingar meta, at parturin hjá Faroe Petroleum av oljutilfeinginum á Blane, frá 1. juli 2010 at rokna, er tríggjar milliónir føt av olju. Handilin førir við sær, at felagið kann gera nýtslu av framfluttum skattahalli frá leitiíløgum áljóðandi £57 mió. (umleið kr. 480 mió.). Felagið skal, við hesum handli, heldur ikki gjalda kapitalvinningskattin uppá £4.5 mió (umleið kr. 38 mió.), sum stóðs av søluni av Breagh gassleiðini í august 2009. Keypsprísurin fyri Blane svarar til $17.50 (umleið kr. 93) fyri fati, aftaná at skattafyrimunir eru íroknaðir. Møguleiki er fyri, at Blane‐leiðin kann framleiða enn meiri, millum annað um fleiri framleiðslubrunnar verða boraðir.
Við Blane handlinum ognar ENI sær eisini 20% av Rannvá loyvunum á Atlantsmótinum í føroyskum og bretskum øki. Hesi trý loyvini eru loyvi 012 og 017 í Føroyum og loyvi P.1740 í Bretlandi, sum tilsamans fevna um 2.794 ferkilometrar og liggja á 500 metra dýpi. Tvey stór leitimið eru á loyvunum, og tekniskar kanningar verða í løtuni gjørdar fyri at áseta, hvar borast skal.
Felagið boðar eisini frá einum øðrum handli, sum felagið hevur gjørt við GDF Suez um Schooner gassleiðina í bretska norðsjónum. Við hesum handli økir Faroe Petroleum um partin á Schooner frá 4.83% til 6.96%.
- Felagið fegnast um at økja olju‐ og gassframleiðsluna við keypinum av 18% av Blane. Við lágum framleiðslukostnaði, lágum váða, og við møguleika fyri øktari framleiðslu, er Blane‐leiðin eitt sera gott aktiv. Við at gera nýtslu av framfluttum skattahalli tryggjar felagið sær eisini inntøku, sum er skattliga effektiv. Faroe Petroleum heldur fram við boringum á Atlantsmótinum, á Anne Marie í Føroyum og Lagavulin vestan fyri Hetland, og fegnast um at kunna samstarva við ENI á teimum spennandi Rannvá leitiloyvunum, sigur Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum.