Eftir eitt hall í 2010 á umleið 230 milliónir krónur (£ 26,0), kann Faroe Petroleum vísa á eitt avlop fyri 2011 á 127 milliónir krónur.
Í fráboðanini til roknskapin sigur felagið, at Faroe Petroleum hevur ment seg til eitt sterkt leitingar- og framleiðslufelag við breiðari portefølju av framleiðsluognum, og sera góðum leiti- og metingarloyvum í Noregi og Bretlandi.
Faroe Petroleum sigur, at teir hava meiri enn fimmfaldað olju- og gassreservar úr 4,3 milliðónum tunnum av gassi og olju við ársbyrjan, til 23,8 milliónir við ársenda. Meðalframleiðslan í 2011 var 10.100 tunnur av olju um dagin.
Eisini umsetningurin vaks munandi, úr umleið 134 milliónum krónum í 2010 upp í einar 713 milliónir tunnur í fjør. Felagið hevði við ársenda góðar 990 milliónir krónur í tøkum peningi. Hartil hevði Faroe Petroleum við ársenda óbrúktar lánifasilitetir upp á tilsamans 2,3 milliardir krónur.
Roknað verður við íløgum á 1,6 milliardir krónur í ár, sum verður fíggjað við tøkum peningi, peningarensli og tøkum lánifasilitetum. Somuleiðis roknar felagið við, at fimm nýggir brunnar verða boraðir í ár, tveir í bretskum øki og tríggir í Norska havinum.