Faroe Petroleum fær minni úr Mink enn væntað

Tað gongst ikki so væl hjá Faroe Petroleum at útvinna gass í Mink-leiðini, sum ætlað. Framleiðslan er í løtuni ikki meir enn helvtin av tí, sum ætlanin var Tað er franska felagið, Gaz de France, sum stendur fyri arbeiðinum á Mink-leiðini, men framleiðslan er minkað meiri, enn mett var, at hon fór at minka, sigur stjórin í Faroe Petroleum, Niels Sørensen, við Kringvarpið.

Gaz de France hevur kannað viðurskiftini, og arbeitt verður við eini loysn. Felagið heldur ikki, at minkingin í útvinningini, hevur nakran týdning fyri nøgdina av gassi, sum er í kelduni. Faroe Petroleum eigur 5,89 prosent av framleiðsluni, og hóast trupulleikin kemur dátt við hjá felagnum, so ivast felagið ikki í, at Gaz de France, fer at fáa gjørt neyðugu ábøturnar.

Gaz de France er annars komið væl áleiðis við arbeiðinum at útbyggja Orca gass-feltið, sum liggur tætt Minke-leiðina.

Faroe Petroleum eigur eisini 5,89% av Orca gass-kelduni. Endalig støða um at útbyggja tann partin, verður væntandi tikin í 2008.