Faroe Petroleum eigur upp til fimm milliardir

Úrslitið fyri hvussu nógv olja er mett at vera í Fogelberg Oljuboringarbrunnin, sum Faroe Petroleum eigur 15 prosent av, varð greitt í gjár.

Tilsamans verður mett, at brunnurin inniheldur onkrastaðni millum 19 og 95 milliónur tunnur av olju.

Sostatt er parturin hjá Faroe Petroleum onkrastaðni millum 2,9 og 14,25 milliónir tunnur av olju, og tá ein tunna av olju verður seld í dag fyri umleið 84 dollarar tunnuna, er eitt ógvuliga leysliga mett virði á hesum millum hálva og 6 milliardir krónur.

Fogelbergbrunnurin er í Norðurnorska sjónum, og eigur Faroe Petroleum brunnin saman við operatørinum Centrica Resources Norge AS, sum eigur 28 prosent, Petro-Canada Norge AS, sum eigur 30 %, E.ON Ruhrgas Norge AS, sum eigur 15 prosent og North Energy AS, sum eigur 12 prosent.