Faroe Petroleum boðar frá, at felagið nú er farið undir at bora á Fogelberg leitimiðinum í Norska Havinum; felagið 15 prosent av loyvinum.
Fogelberg, sum er á loyvi PL433, er eitt stórt olju leitimið, ið liggur umleið 8 km norðanfyri Smørbukk oljuleiðina. Jarðfrøin á Fogelberg líkist nógv tí á Morvin leiðini, sum liggur 10 km í ein útsynning úr Fogelberg, har Statoil boraði ein væleydnaðan metingarbrunn í 2006.
Oljufeløgini, sum luttaka í boringini eru Centrica Resources Norge, ið er fyristøðufelg, Petro?Canada Norge, E.ON Ruhrgas Norge og North Energy. Boriskipið West Alpha skal bora brunnin, ið væntandi tekur umleið 45 dagar at bora. Loyvi PL433 varð tillutað felagnum í 2007, og er í millum tey fyrstu loyvini, sum Faroe Petroleum fekk í Noregi.
Fogelberg er tann fyrsti av fimm brunnum, sum felagið ætlar at bora í 2010. Ein annar norskur brunnur verður væntandi boraður í vár. Hetta er ein metingarbrunnur í Norska Havinum, sum kallast Maria, har Faroe Petroleum eigur 30%. Hinir tríggir brunnarnir er leitibrunnar á Atlantsmótinum. Hesir eru Anne Marie á føroyskum øki, har ENI er fyristøðufelag, Cardhu á bretskum øki, har BP er fyristøðufelag, og Lagavulin, eisini á bretskum øki, har Chevron er fyristøðufelag.