Jarðfrøðingarnir hjá Faroe Petroleum hava havt úr at gera seinasta hálva árið, nú umsóknirnar til tað triðja føroyska útbjóðingarumfarið er latið Jarðfangi. Føroyska umsóknin er tann fjórða, sum felagið hevur latið inn í ár til oljuleiting sum heild.
Fyrsta umsóknin varð latin inn til tað 25. bretska útbjóðingarumfarið, síðani vórðu umsóknir til tey bæði norsku umførini, APA 2008 og tað vanliga (frontier) 20. útbjóðingarumfarið latnar inn, og nú til seinast umsóknirnar til tað triðja føroyska útbjóðingarumfarið.
Nils Sørensen, stjóri sigur, at Faroe Petroleum frá byrjan hevur lagt seg eftir at søkja um loyvi í sambandi við útbjóðingarumfør og síðani menna loyvini fram til, at ein avgerð kann takast, um tað er ráðiligt at bora á loyvunum, ella um tey skulu latast innaftur til myndugleikarnar. Hesin arbeiðshátturin gevur mestu virðisøkingina til felagið, samanborið við til dømis at keypa seg inn í loyvi, sum onnur feløg hava virðisøkt. Felagið hevur í dag íalt 49 loyvi á føroyskum, bretskum, norskum og hálendskum øki.
StatoilHydro álitið á Føroyaøkinum
Í sambandi við 3. útbjóðingarumfar í Føroyum hevur felagið avgjørt at luttaka við tveimum umsóknum, eini har Faroe Petroleum er fyristøðufelag og fevnir henda umsóknin um eitt øki, sum liggur upp at loyvi 012, ið felagið frammanundan hevur 100% av. Ætlanir eru um at gera fleiri tekniskar kanningar á økinum, so støða kann takast til, um borast skal á har. Í hesum sambandi er felagið í samráðingum við onnur oljufeløg, um at koma inn á loyvið so váðin kann býtast millum fleiri feløg sigur Nils Sørensen.
Hin føroyska umsóknin er latin inn saman við StatoilHydro, ið er fyristøðufelag, Faroe Petroleum hevur sett seg fyri 10% av umsóknini. Samstarvið við StatoilHydro byrjaði við aðru útbjóðingarrundu, tá loyvini 006 og 009 vóru tillutað, og Nils Sørensen sigur, at tað er onki at taka seg aftur í, at StatoilHydro er tað felagið, sum hevur drúgvastu royndirnar á føroyska økinum og má sigast at vera álitið, tá talan er um framtíðar leiting á føroyskum øki. Felagið hevur bæði tekniska og fíggjarligua orku til at vera fyristøðufelagið í Føroyum. Feløgini samstarva eisini á norskum øki.
Við frá byrjan
Stjórin í Faroe Petroleum vísir á, at felagið hevur luttikið í øllum trimum føroysku útbjóðingarumførunum. -Hetta er ein partur av stragegiini hjá felagnum, sum eisini hevur sína byrjan í Føroyum, har tað varð stovnsett í 1998. Felagið metir, at økið er framvegis sera áhugavert og kann møguliga í framtíðini verða við til at geva tí føroyska samfelagnum stór virði. Felagið hevur nýtt tætt við kr. 200 mió. Kr. í leitiútreiðslum - eitt nú luttøku í trimum brunnum, og fleiri 2D og 3D seismikkkanningum higartil - á Føroyaøkinum fyri at fáa meiri vitan, um olja ella gass kunnu finnast rakstrarverdugum nøgdum.
Faroe Petroleum luttekur í 5 føroyskum loyvum, bæði sum fyristøðufelag og sum vanligur loyvishavari, loyvini eru 002, 005, 006, 009 og 012, og tað mest spennandi loyvi í løtuni er loyvi 005, sum verður borað í komandi ári við ENI sum fyristøðufelag. Fyrireikingar til hesa boring eru longu byrjaðar og inni á bryggjuni í Runavík liggur ein partur av útgerðini til boringina.
Tað er Atlantic Supply Base, sum stendur fyri flest øllum tænastuveitingum út frá Runavík til komandi boring, og hevur felagið veitt tænastuveitingar til allar boringarnar, sum hava verið á føroyskum øki. Faroe Petroleum setti ASB á stovn í sambandi við 1. útbjóðingarumfarið sum ein part av førleikamenning, har føroyskar fyritøkur skuldu fáa møguleika at veita tænastur til oljuvinnuna. Nú eru eini 15-20 partaeigarar í felagnum, flestu teirra eru fyritøkur, sum frammanundan veita tænastur til fiskivinnuna. ASB er fyri stuttum blivið ISO góðkent og hevur ætlanir um at økja um virksemið.
Men hvussu er Faroe Petroleum so fíggjarliga fyri at skula luttaka í kostnaðarmiklum boring, eitt nú Anne Marie brunninum á føroyska landgrunninum?
-Faroe Petroleum er fíggjarliga væl fyri til at luttaka í einum sera aktivum boriprogrammi, og vónandi vera virðisøkingar komandi árini. Felagið hevur eitt sera gott samskifti við institutionellu partaeigararnar og fíggarstovnar, ið eru við til at fíggja felagið undir teimum vanligu treytum, sum eru galdandi í eini altjóða oljuvinnu.