Faroe Petroleum borar nú á Clapton leitibrunnin

Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at felagið nú er farið at bora á Clapton leitimiðinum í norska partinum av Norðsjónum. Felagið eigur 40 prosent av loyvinum.

Brunnurin er tann fyrsti, sum Faroe Peroleum borar sum fyristøðufelag í Noregi. Clapton leitimiðið er á loyvi PL440S, umleið 5 km eystanfyri Eldfisk framleiðslueindina og 10 km norðanfyri Valhall framleiðslueindina.

Clapton leitimiðið liggur í eini kálkflá, og borast skal niður í somu jarðgoymslur, sum Ekofisk, Tor og Hod keldurnar framleiða úr.

Mærsk Guardian boripallurin verður nýttur til boringina. Sæborg, sum føroyska reiðaríið Supply Service eigur, er veitaraskip undir boringini.

Hini feløgini, sum luttaka í boringini, eru Dana Petroleum Norway (20%), Lundin Norway (18%), Norwegian Energy Company (12%) og Det Norske Oljeselskap (10%).

Faroe Petroleum borar í løtuni á Cooper leitimiðinum á Haltenbankanum í Norska Havinum, har felagið eigur 30%, og á North Uist leitimiðinum vestan fyri Hetland, har felagið eigur 6.25%. Hetta er ein spennandi tíð hjá Faroe Petroleum, nú tríggir leitibrunnar verða boraðir samstundis, og felagið sær fram til at kunna um gongdina við boringunum.