Faroe Petroleum boðar frá, at nú er byrjað at bora Marsvin brunnin á norska leitiloyvinum PL289, sum felagið eigur 14% av. Á loyvinum er eitt lovandi oljumið
Leitiloyvið liggur á 65 metra dýpi á markinum ímillum Danmark og Noregi og nær við norsku Trym gasskelduna, sum Faroe Petroleum eigur 10% av. Trym gasskeldan verður væntandi útbygd til framleiðslu í 2010.
Umframt Faroe Petroleum, luttaka eisini DONG, sum er fyristøðufelag við 40%, Talisman við 30% og GDF Suez við 16%, í boringini.
Mærsk Guardian skal bora brunnin, ið væntandi fer tað at taka 80 dagar at bora brunnin.
Faroe Petroleum borar í løtuni tríggir brunnar í Norðsjónum. Umframt Marsvin, verða metingarbrunnurin Topaz og leitingarbrunnurin East Breagh eisini boraðir. Um miðjan septembur verður væntandi byrjað at bora West Breagh, sum er ein metingarbrunnur. Ætlandi verða tríggir aðrir brunnar boraðir seinni í ár ? allir í Noregi. Hesir eru Hyme, South East Tor, og Grosso. Hyme og Grosso eru leitingarbrunnar, meðan South East Tor er ein metingarbrunnur.