TÍÐINDASKRIV
Í hesum sambandi varð partapeningurin hjá Faroe Petroleum hækkaður, og felagið hevur fingið £ 15 mill. (kr. 160 mill.) afturat í eginpeningi við at selja 14.492.754 partabrøv áljóðandi 10 pence ((kr. 1,066)) fyri 103,5 pence (kr. 11,00) hvørt partabrævið. Henda hækkan kemur bert 6 mánaðar eftir, at felagið seinast hækkaði eginpeningin við £ 7 mill. (kr. 75 mill..) ). Síðan Føroya Kolvetni varð skrásett í 1998 eru fingnar til vega umleið kr. 240 mill. til leitivirksemi.
Ætlanin er framvegis at arbeiða á øllum Atlantsmótinum, har felagið longu hevur stór áhugamál á føroyskum og enskum øki:
oFelagið eigur 25% í leitiloyvinum 002 á føroyskum øki, har borað verður í løtuni
o 25% í leitiloyvi 005 á føroyskum øki, har ymsar kanningar eru gjørdar
oÆtlanin er eisini at taka lut í tí komandi føroysku útbjóðingini.
Á enskum øki eru tvey loyvi eisini keypt , ið bæði liggja tætt við føroyska markið:
o17.5% av Suilven økinum (204/14 og 204/15), har olja og gass longu eru funnin og
o20% av Laggan økinum (206/1a), har gas er funnið.
oArbeitt verður við ætlanum um at útbyggja økini til framleiðslu.
Ætlanin var frá byrjan at skráseta Føroya Kolvetni á virðisbrævamarknaðinum í London; men føroyska og enska lógarverkið, roknskaparreglur, skatt- og gjaldoyraviðurskifti samsvaraðu ikki nóg væl til, at nýggir partaeigarir føldu seg tryggar. Tí varð í desember mánaða 2002 eitt enskt partafelag, Faroe Petroleum, sett á stovn sum holdingfelag hjá Føroya Kolvetni. Hetta felagið hevur skrivstovu í Aberdeen. Allir partaeigarar í Føroya Kolvetni hava fingið tilboð um at býta síni partabrøv um við partabrøv í Faroe Petroleum, so at Faroe Petroleum fer at eigaur 100% av Føroya Kolvetni, og partaeigararnir í Føroya Kolvetni fara at eiga partabrøv í felagnum Faroe Petroleum.
Hjá Faroe Petroleum og Føroya Kolvetni starvast 4 fólk, meðan 3 starvsfólk eru knýtt at feløgunum til ávísar uppgávur. Nevndarformaður í Faroe Petroleum er Joe Darby, sum var stjóri hjá Lasmo, ið var virkið á føroyskum øki, til felagið var selt til ENIni. Joe Darby hevur drúgvar royndir innan altjóða oljuvirksemi. Hinir nevndarlimirnir eru Nils Sørensen, Meinhard Jacobsen og Graham Stewart, sum eisini er stjóri í felagnum.
Nevndarformaður í Føroya Kolvetni er Graham Stewart, ið eisini hevur drúgvar royndir innan altjóða oljuvirksemi. Hinir nevndarlimirnir eru Olaf Olsen, Meinhard Jacobsen og Nils Sørensen, ið eisini er stjóri í felagnum.
Meiri fæst at vita við at venda sær til Nils Sørensen tlf. 210451.