Tað er tungt at reka fiskiskap eftir botnfiski undir Føroyum. Tað staðfestir roknskapurin hjá Faroe Origin fyri í fjør, sum vísir 53,6 milliónir krónur í undirskoti.
Faroe Origin er felagið, ið keypti trolararnar úr Fiskavirking, tá felagið fór á heysin og øll virði sett til sølu. Faroe Origin fór til verka miðskeiðis í 2011, og árið í fjør var tí fyrsta heila roknskaparár hjá felagnum.
Men 2012 var eingin dansur á rósum hjá felagnum, ið sambært roknskapinum hevði 155 fólk á lønarlistanum í fjør.
Í viðmerkingum til roknskapin staðfestir felagið eina týðandi afturgongd í rakstrinum, ið sambært felagnum serliga stavar frá minkandi veiðu og vánaligum marknaðum. Tí hevur felagið brúkt meginpartin av sínum peningi.
Sambært roknskapinum hevur felagið ikki nøktandi avtalur um framhaldandi fígging fyri árið í ár. Men leiðslan sigur seg arbeiða við at fáa fígging til rakstur og neyðugar íløgur. Hóast roknskapurin vísir góðar 53 milliónir krónur í halli og partapeningurin er brúktur, so hevur felagið ikki givið skarvin yvir, men ætlar at halda fram.
Tað eru Varðin í Gøtu, Framherji í Fuglafirði, íslendski Samherji og P/F Bacalao í Havn, sum í felag eiga Faroe Origin.