Faroe Marine Biotech undir nýggja framleiðslu

Faroe Marine Biotech á Eiði fer í summar undir at gera kollagen burturúr fiskaskræðu Kollagen verður nýtt í smyrsli av ymsum slagi, og í løtuni verða tól sett upp á virkinum, so framleiðslan kann byrja í summar.

Eyðun Gaardbo, stjóri, sigur við Kringvarpið, at Faroe Marine Biotech samstarvar við eitt spanskt felag, um at gera og selja kollagen, og spanska felagið hjálpir til við at gera virkið klárt.

Marknaðurin fyri kollagen er í høvuðsheitinum í Fjareystri, serliga í Japan og í Taiwan. Kollagen er nýggj vinna í Føroyum, men Faroe Marine Biotech hevur brúkt rúma tíð at fyrireika seg til nýggju vinnuna.

Kelda: Kringvarpið