Faroe keypir Ketch og Schooner gasskeldurnar í Bretlandi

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur ognað sær 60% av Ketch og 53,1% av Schooner framleiðslueindunum, sum liggja í suður Norðsjónum á bretskum øki.

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur ognað sær 60% av Ketch og 53,1% av Schooner framleiðslueindunum, sum liggja í suður Norðsjónum á bretskum øki.

 

Faroe, sum frammanundan eigur 6,9% av Schooner, eigur nú 60% av báðum gassleiðunum, og verður fyristøðufelag á báðum eindunum. Ognarpartarnir, sum eru keyptir, góvu eitt rakstraravkast uppá slakar kr. 170 mió. í 2013.

 

Ketch og Schooner liggja 150 km frá Theddlethorpe gassterminalinum á Lincolnshire strondini. Ketch varð funnið í 1984 og Schooner í 1987. Shell útbygdi leiðirnar, og gassframleiðsla byrjaði á Schooner í 1996 og á Ketch í 1999. Báðar framleiðslueindirnar hava fleiri framleiðslubrunnar. Góðir møguleikar eru fyri at økja um framleiðandi tilfeingi á leiðunum. Ketch og Schooner pallarnir eru ómannaðir, og felagið Petrofac tekur sær av rakstri og viðlíkahaldi. Gassið verður flutt gjøgnum Caister Murdoch rørleiðingina til Theddlethorpe terminalin, og verður síðani selt gjøgnum høvuðsgasskervi í Bretlandi.

 

Faroe metir at við ársbyrjan var framleiðandi tilfeingi í Ketch og Schooner umleið 34 mia. rúmføtur (bcf) av gassi og 300.000 tunnur av dropagassi. Umroknað til olju svarar hetta til 5,9 mió. tunnur av olju, netto til Faroe.

 

Miðalframleiðslan fyri 2014 er mett til 3.000‐4.000 tunnur av olju (umroknað frá gassi) netto til Faroe. Samlaða framleiðslan hjá felagnum er mett til umleið 7.000‐10.000 tunnur av olju um dagin (umroknað) eftir keypið.

Keypsprísurin við 1. januar 2014 sum grundarlagi, er kr. 317 mió.

 

Endiligi prísurin, tá ið handilin verður avgreiddur, væntandi móti ársenda, verður tó munandi minni, eftirsum at Faroe fær ágóðan av rakstraravkastinum frá 1. januar 2014. Keypið verður fíggjað við tøkum peningi og verandi lánifasilitetum.

 

Eitt møguligt eykagjald, í mesta lagi kr. 91 mió., skal gjaldast um 10 mia. rúmføtur av gassi verður framleitt úr eini ávísari gassgoymslu, sum nýliga er útbygd á Schooner økinum. Afturat keypsprísinum skal eitt møguligt útvinslugjald rindast um nýtt tilfeingi verður funnið og framleitt. Útvinslugjaldið verður í mesta lagi kr. 836 mió. Handilin er treytaður av góðkenningum av bretskum myndugleikum.

 

Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at Ketch og Schooner eru dygdargóðar framleiðslueindir, sum felagið kennir væl og sum kunnu geva munandi vakstrarmøguleikar í einum av okkara kjarnuøkum. Felagið fegnast um at økja munandi um olju‐ og gassframleiðsluna, og soleiðis gera inntøkugrundarlagið hjá felagnum meiri fjøltáttað.

 

Felagið hevur stórt framflutt skattahall í Bretlandi, slakar kr. 700 mió., sum kunnu setast ímóti inntøkunum av nýggju framleiðsluni. Sostatt verður nýggja inntøkan skattafrí í nøkur ár, eins og at felagið fær skattligan ágóða av framtíðar leitikostnaðum í Bretlandi. Keypið er í tráð við okkara strategi um at økja framleiðsluna, soleiðis at vit framhaldandi kunnu fíggjað okkara munandi leitivirksemi.

 

Leiti‐ og metingarvirksemi heldur fram, og í løtuni verður Pil síðusporsbrunnurin boraður (Faroe 25%) í Norskahavinum. Eisini verður Butch East brunnurin (Faroe 15%), tætt við Butch Main fundið, í norska partinum av Norðsjónum boraður. Úrslitið av hesum boringum verður kunngjørt í næstum.