Leygardagin 25. august verður árliga Faroe Express Stafettin.
Við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, verður stafett-renning á Eystaru Bryggju í Havn leygardagin 25. august í samstarvi við Bragdið. Stafettin er ein stuttleikakapping fyri fyritøkur og stovnar.
Eystara Bryggja í Havn verður á tremur við aktiviteti, tónleiki, vinningum, mati og drekka hendan dagin.
Tey sum melda til stafettina stuðla samstundis einari góðari søk, tí pengarnir fara óskerdir til barna- og ungdómsarbeiðið innan frælsan ítrótt.
Reportarin hjá FM1, Petur Zachariassen vitjaði Faroe Express seinnapartin í dag.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Petur Zachariassen gjørdi við Jannis Moraitis, Berg Sørensen, Ragnar Samuelsen, Vinnie Winther og Fríðrik Jakobsen frá Faroe Express.