Faroe Express-MRCC og lutakastið til hálvfinalurnar í Firmakappingini (FM1)

(FM1) Hoyr spennandi Firmakappingina millum Faroe Express og MRCC, og lutakastið til undanhálvfinalurnar og hálvfinalurnar

##med2##

Seinnapartin var ein sera jøvn og spennandi Firmakapping - spurnarkapping - millum Faroe Express og MRCC á FM1, har bara eitt stig var á muni.

Aftaná spennandi Firmakappingina var lutakast millum seks tær seinastu fyritøkurnar, ið eru eftir í Firmakappingini um hvørji møtast í undanhálvfinalunum 28. februar og í hálvfinalunum 6. mars. 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra dagsins Firmakapping og lutakastið.

Seinastu seks liðini í Firmakappingini umframt vinnarin av uppgerðini Faroe Express-MRCC eru Runavíkar kommuna, Svend Krosstein, Bygma Balslev, Spekt og TRYGD.

(Fyri ikki at taka spenningin frá teimum sum vilja hoyra dagsins Firmakapping fara vit fyrst í morgin at skriva eina grein um hvørji møtast í undanhálvfinalunum og hálvfinalunum)

(Firmakappingin: Faroe Express-MRCC)