Faroe Bunkers til reiðar í summar

Nú líðir móti endanum ? ella byrjanini ? við verkætlanini á oljubryggjuni í Fuglafirði, har Faroe Bunkers hevur sett upp tríggjar stórar oljutangar Sambært tíðarætlanini hjá felagnum fer Faroe Bunkers í Fuglafirði at selja tungolju og gassolju miðskeiðis í summar.

Janus Rasmussen, stjóri, sigur, at felagið hevur tríggjar tangar at goyma olju í. Hetta eru tangar úr stáli. Pláturnar eru sveisaðar saman, og tangarnir eru bygdir upp á staðnum.

- Vit hava tveir tangar, sum taka 7.000 rúmmetrar hvør og ein, sum tekur 5.000 rúmmetrar. Í prinsippinum eru teir báðir størru til tungolju og hin minni til gassolju.

Fyri tveimum árum síðan varð mett, at íløgan fór at verða einar 25 miljónir krónur; nú verður hon helst einar 43 miljónir krónur.

- Verkætlanin er nógv broytt, síðan sett varð út í kortið av fyrstan tíð, og haraftrat kemur, at alt er vorðið dýrari, sigur stjórin.

Í dag er tað P/F Løkir, sum gjøgnum Ognarfelagið Megd eigur allan partapeningin í Faroe Bunkers. Hetta er sama felag, sum keypti Statoil Føroyar frá norska felagnum Statoil ASA í fjør heyst.

Janus Rasmussen sigur, at eigaraviðurskiftini eru broytt, men tey feløg, sum áttu partapening í Faroe Bunkers, eru gjøgnum íløgufelagið framvegis partur í verkætlanini í Fuglafirði.

Hann sigur, at uppgávan hjá Faroe Bunkers verður keyp og søla av tungolju og gassolju.

- Tá ið virksemið byrjar, kunnu vit í prinsippinum lata tungolju til øll tey skip, virkir og feløg, sum brúka hesa olju í Føroyum, sigur Janus Rasmussen, stjóri.