Hvonn Live
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Ein útvarpsstøð í Onglandi hevur sett seg í samband við føroyska gentubólkin Faroe 5, og er áhugað í at hoyra meira frá bólkinum. Útvarpsstøðin hevur biðið um at fáa nøkur løg sendandi, og Faroe5 eru farnar í holt við at taka nøkur nýggj løg upp. Hetta er uttan iva eitt stórt lop hjá unga føroyska gentubólkinum. Tað greiddi Ragnhild Dam, ein av teimum fimm í gentubólkinum, frá á Hvonn Live leygarkvøldið.
Ragnhild Dam greiddi annars frá lívinum sum ung poppstjørna í Føroyum.
- Tað fer við nógvari tíð, og krevur nógva venjing, so mann hevur ikki so góða tíð til vinirnar. Men tað er tað, sum skal til, greiðir Ragnhild Dam frá.
Í summar var hon liðug á studentaskúla, og hevur hon sostatt gingið á triðja ári í student, samstundis sum hon hevur verið nógv upptikin av tónleikinum. Men tónleikurin hevði eftir øllum at døma ikki darvað skúlagongdini eins nógv, og ein kundi væntað.
Frá sær sjálvari á palli
Ragnhild Dam hevur í skjótt tvey ár havt hópin av størri og minni framførslum við Faroe 5, og hon greiðir frá, at tað besta við øllum eru tær upplivingar tú fær, og sum tú kann brúka víðari í lívinum.
- Tú kemur ígjøgnum nógv, ið tú annars ikki hevði gjørt, og hetta eru góðar upplivingar, sum eg kann taka við mær gjøgnum lívið, hetta at duga at standa á palli og at tora at traðka fram, segði unga havnadaman á Hvonn Live leygarkvøldið.
Hon greiddi eisini frá, at tað er nakað heilt serligt, tá tú stendur á pallinum.
-Á palli er tað nakað við at fara frá sær sjálvari og bara vera Ragnhild. Hetta er ikki tann sama Ragnhild, sum tú møtir á gøtuni, og nervarnir verða heilt vekk.
Hon greiddi eisini frá, at tær í Faroe 5 javnan verða kendar aftur á gøtuni, men at tað er ikki sum um at tær noyðist at ganga við sólbrillum, og at tað er als ikki nakað negativt.
Framtíðin hjá gentubólkinum er enn bjørt sum nakrantíð, hóast bólkurin skjótt hevur tvey ár á baki. Tað er Ragnhild Dam avgjørd um.
- Hetta er bara byrjanin, sigur hon.