Farodane City

Skrivstovumarknaður eftir nýggjum leisti

 

TÍÐINDASKRIV


Klokkan 13.00 mikudagin 14/11 letur upp nýggjur handil á Smyrilsvegi 7 í Havn, har Bónus áður helt til. Tað er Farodane, ið hevur leigað hølini og latið tey umvæla og innrætta til ein sokallaðan skrivstovumarknaða. Handilin hevur fingið heitið Farodane City og hevur umframt goymslu og skrivstovu eina søluvídd uppá góðar 500m2.

Farodane City verður ein handil fyri øll, bæði vinnulívskundar og privat. Flestøll hava ídag teldu og egna skrivstovu heima. Hesi hava tí eisini tørv á einum staði, har tey kunnu handla uttan at noyðast at keypa í størri nøgdum. Og tey vilja fegin handla sum tey eru von at handla, spáka runt við innkeypsvogni eins og í øðrum stórhandlum og sjálvi finna og velja tær vørur, tey nú einaferð hava brúk fyri, sigur Ólavur Herup Olsen, stjóri í Farodane.

Við hesum letur Farodane upp fyri einum nýggjum og heilt øðrvísi møguleika at keypa inn skrivstovuútgerð í Føroyum. Og so er tað líkamikið um tað snýr seg um eina super-teldu, eina pappírskurv ella kaffi til kaffistovuna. Hugmyndin er, at alt kann fáast á einum stað, skrivstovulutir, kunningartøkni og skrivstovuinnbúgv.

Konceptið er nýtt og kemur sum so mangt annað, úr USA. Higani hevur tað breitt seg skjótt til Evropa . Í Danmark eru longu fleiri handlar av slíkum slag annahvørt latnir upp ella ávegis at lata upp. Vit hava kortini ikki keypt eitt liðugt koncept, men hava sjálvi arbeitt við vøruúrvælinum og innrættingini. Tí verður tað hjá okkum umráðandi at fylgja væl við í byrjanini hvussu alt fer at roynast og hvussu handilin verður móttikin her á landi. Men vónirnar eru góðar sigur Ólavur. Hetta er hóast alt eitt øki, ið Farodane hevur fingist við í mong ár og vunnið sær drúgvar royndir við.

Vinnulívskundar og stovnar við fyrispurningum um loysnir innan KT ella skrivstovu-/skúlainnbúgv, verða tó eins og higartil avgreiddir í Brekkutúni 4. Somuleiðis verður framsýning av innbúgvi, KT og størri maskinum framhaldandi í Brekkutúni.

Leiðari í nýggja handlinum verður Jóanes Brøðraberg úr Havn og at byrja við kemur hann at hava 3 fólk afturat sær umframt eitt goymslufólk og ein bilførara. Telefon-, fax- og teldupostordrar uppá skrivstovuútgerð verða móttiknir, avgreiddir og koyrdir út um alt landið sum higartil. Miðað verður ímóti, at vøra bíløgd áðrenn kl. 12, verður kundum í Havn í hendi sama dag, meðan kundar uttanfyri Havnina hava vøruna dagin eftir.

Farodane City verður opin mánadag-hósdag kl. 9.00-17.30, fríggjadag kl. 9.00-19.00 og leygardag kl. 10.00-14.00.