Farnir frá fyri aldur

Í farnu viku var samkoma á Havstovun. Dánial M. Christiansen og Heðin Hammer, fóru úr starvi fyri aldur.

Í farnu viku var lítil samkoma á Havstovuni í sambandi við at Dánial M. Christiansen, Tórshavn og Heðin Hammer, Fámjin, sum báðir hava verið við Magnusi Heinasyni, fóru úr starvi fyri aldur.

 

 

Dánjal M. Christiansen, vanliga nevndur Beðin, var skipari og Heðin Hammer var dekkari. Báðir blivur settir í fast starv í januar 1990, men vóru tó leyst knýttir at skipinum í eina tíð áðrenn tað.

 

 

Havstovan takkaði á samkomuni teimum fyri gott og drúgt samstarv, við bestu ynskjum frameftir.

 

 

 

 

 

 

 

 

Kelda: hav.fo