Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur fingið nýtt navn. Nýggja navnið er Reiðarafelagið fyri Handilsskip. Tað bleiv avgjørt á eykaaðalfundi hjá felagnum í farnu viku, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.
Umframt nýggja føroyska navnið, hevur felagið eisini fingið sær enska heitið Shipowners of the Faroe Islands.
Nýggja navnið er valt, tí mett verður, at handilsskip fevnir breiðari enn farmaskip, tá limaskarin í felagnum skal lýsast.
- Eitt handilsskip er sambært føroysku skipaskrásetingarlógini “Eitt og hvørt skip ella far, tá ið fiskiskip og stuttleikaskip eru undantikin”, og hetta fevnir sostatt um øll tey skip, sum limirnir í felagnum vara av, skrivar industry.fo.
Skipini, sum reiðaríini í felagnum vara av, eru m.a. farmaskip (bulk, ro-ro, bingju), ferðamannaskip, tangaskip, veitingarskip og onnur tænastuskip.