Nakrar av bingjunum vóru lastaðir við hættisligum vørum.
Tað boðar indiska sjóverjan frá, sambært tíðindastovuni AFP sunnudagin.
Øll 24 av manningini, sum vóru umborð á farmaskipinum, vórðu bjargað.
- Skipið sakk saman við 640 bingjum - harav 13 hava í sær hættisligar vørur og 12 eru fremdar við kalsiumkarbid, sigur verjumálaráðið í India í eini fráboðan.
Tað var ikki greitt, hvat slag av hættisligum vørum 13 av bingjunum, men talan er um evni, sum kunnu vera skaðilig fyri heilsuna ella umhvørvið.
Farmaskipið við navninum "MSC Elsa 3" sigldi undir liberiskum flaggi
/Ritzau/











