Stutt eftir klokkan hálvgum seks okkara tíð í morgun boðaði íslendska farmaskipið "Pólfoss" frá, at tað var farið á land við Austbø í Alstahaug í Noregi. Sambært norskum fjølmiðlum sigldi skipið á land við 13 míla ferð.
Norska bjargingartænastan sigur, at níggju mans eru umborð á skipinum, sum er fermt við 1.800 tonsum av frystum fiskavørum. Sum skilæst er einki, sum bendir á, at skipið hevur fingið stórvegis skaða, og eingin leki er staðfestur.
Um middagsleitið verður full flóð á leiðini, har skipið stendur, og tá er ætlanin at royna at fáa tað avaftur.
Tað er Eimskip, sum eigur "Pólfoss", og reiðaríið dugir ikki at siga, hví skipið fór á land.










