Farmaskip sakk við 4.000 bilum umborð

Leygarkvøldið stoyttu eitt bilskip og eitt tangaskip saman nærhendis Singapore. Sunnudagin sakk bilskipið

"MV Hyundai No. 105" hevði ikki færri enn 4.000 nýggjar bilar umborð, tá skipið stoytti saman við tangaskipið "Mt. Kaminesan", sum var fermst við næstan 280.000 tonsum av ráolju.
Havnarmyndugleikarnir í Singapore varnaðust, at skipini fóru at stoyta saman, og hóast teir báðir skipararnir tosaðu við hvør annan, stoyttu skipini saman. Tangaskipið fekk ikki stórvegis skaða, men bilskipið fór til botns við øllum teimum 4.000 bilunum.
Teir 20 menninir, sum vóru við bilskipinum, vórðu bjargaðir.