Tað var nakað av vindi, tá Celia, sum siglir fyri Faroe Ship, kom inn móti og skuldi leggja seg frammanfyri Smyril. Av Havnarskrivstovuni verður sagt, at tá hann svingar inn móti keikantinum, kemur hann ov nær og gelendarin har afturi tekur í gronina á Smyrli. Úrslitið er, at Celia brestir inn móti keikantinum undir Havnarskrivstovuni. Ongin álvarsligur skaði hendi, men bæði Smyril og keiin fingu smærri snuddir og farmaskipið fekk eina buglu. Politiið og Skipaeftirlitið skulu nú taka støðu til, um meira verður gjørt við málið.