Farmaskip keypt til Føroyar

Eitt felag undir stovnan í Havn, við Andras og Martin Jóanesarson, hevur í dag keypt og yvirtikið eitt farmaskip úr Noregi

Talan er um farmaskipið m/s Myrås ið var bygt í 1985 Týsklandi.

?Myrås? er 63,24 m langt, 11,30 m breitt og lastar góð 1100 tons. Skipið er sjálvlastandi og hevur eina 2,3 kubikkmetrar ?Aakerman? gravmaskinu á dekkinum, sum er frá 1994. ?Myrås? er í sera góðum standi og í fullum klassa.

Keyparin er í løtuni í Noregi í samband við yvirtøkuna, og skipið verður síðani skrásett í Føroyum. Ætlanin er at skipið skal sigla við farmi í Norðurevropa. Tað er skipsmeklaravirkið MARETEC á Argjum, sum skipaði fyri handlinum.