120 metra langa farmaskipið var á veg av Havnini, tá vindurin í kvøld eftir øllum at døma kom óvart á skiparan.
- Helst hevur maskinorkan verið ov lítil, og tí rak skipið inn á land undir Sjósavninum, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Pressarin hjá Mest hevur nú verið hjá skipinum, og nú verður roynt at leggja skipið at kaj við Molan.










