Farleiðin hevði ikki dottið niðurfyri

Fyri tveimum árum síðan arbeiddu menn við eini ætlan um at taka kappingina upp við Smyril Line um siglingina til Danmarkar. Ætlanin datt fyribils niðurfyri, men hevði verið tikin upp í somu løtu, Norrøna fór av knóranum

Fyri tveimum árum síðani arbeiddi eitt felag, har Kári Davidsen var stjóri, og Hákun Steingrímsson var nevndarformaður við eini ætlan um at taka kappingina upp við Smyril Line um ferðafólkaflutningin millum Føroyar og Danmark. Alt var klárt, forkanningarnar vóru gjørdar, hølir fingin til vega og avtalur gjørdar um arbeiðið. Fíggingin var eisini fingin til vega, og avtala var gjørd um at leiga eitt vælegnað skip til ferðafólkaflutning. Hálvan tíma áðrenn ætlanin skuldi almannakunngerast, dró reiðaríið í Estlandi í land, og ætlanin datt fyribils niðurfyri.

Hetta var eitt álvarsligt bakkast fyri fyrireikararnar, og tíð var ikki til at finna eitt hóskandi skip at seta í staðin. Forkanningarnar vóru tó gjørdar, og ætlanin lá klár at seta í verk.

Føroya Banki hevði játtað at fíggja verkætlanina tá, men tá teir so, saman við Eik og Tryggingarfelagnum Føroyar, vóru við í umfíggingini av lánunum hjá Smyril Line fyri ári síðan, datt henda fíggingin eisini niðurfyri, av tí at teir tá høvdu komið í dupultkonflikt. Við verandi støðu meta fyrireikararnir tað verða trupult at fáa fígging til verkætlanina í útlondunum, og tá føroysku fíggingarstovnarnir eru bundnir í Smyril Line, er trupult at fáa sett verkætlanina í gildi.


Klárt at seta í verk

Skuldi Løgtingið tó gjørt av at ikki lata Smyril Line tær 30 milliónirnar, og felagið fór í gjaldssteðg, høvdu føroysku fíggingarstovnarnir verið leysir av Smyril Line.

Drúgvu forkanningarnar fyri verkætlanini um at sigla við ferðafólki millum Keypmannahavn og Føroyar eru gjørdar, og ætlanin er klár at seta í verk.

Ein av teimum, ið tá stóðu fyri ætlanini um at taka kappingina upp, er vísur í at henda verkætlanin hevði verið tikin upp aftur í somu løtu, Smyril Line fór í gjaldssteðg.


Ivasom argumentir

Eitt av høvuðsargumentunum, ið vóru at hoyra undir orðaskiftinum um málið at seta 30 milliónir í Smyril Line, var at tað var neyðugt at tryggja sjóvegis farleiðina millum Føroyar og Danmark, og at Løgtingið varð noytt at játta peningin. Eisini varð nevnt, at um Norrøna steðgaði við siglingini, var ivasamt um nøkur sjóvegis farleið fór at vera til Danmarkar.

Ætlanin hjá fyrireikarunum av verkætlanini var at sigla millum Føroyar og Keypmannahavn við ferðafólki burturav. Tað var ongantíð ætlanin at blanda farm uppí ta ætlanina, og fyrireikararnir halda tað verða ørt í høvdinum at blanda farma- og ferðafólkaflutning saman.

Orsøkin til at teir fóru undir verkætlanina var, at teir eru vísir í at henda farleiðin kann bera seg, um bert verður siglt við ferðafólki.

Fyrireikararnir fylgja enn við gongdini úti í heimi og vátta, at í dag fáast góð og vælegnað skip til sigling til Føroya fyri rímuligan prís. Ein av táverandi fyrireikarunum av verkætlanini kallar argumentið hjá løgtingsmonnum um, at fór Norrøna, so var eingin farleið, fyri tað bera slutur.



Broyttir hugburðir til broyttar tíðir

Kaj Leo Johannesen segði undir viðgerðini, at tað var almenn skylda at tryggja farleiðirnar millum Føroya og Danmark. Ein av teimum, ið var við í verkætlanini tá, loyvir sær at ivast í hesum.

Fyrr vóru rættiliga nógvar uppgávur almennar, millum annað sjúkrahúsverk, skúlaverk, telefonverk og postflutningur.

Tá var óhugsandi, at nakar annar enn tað almenna kundi taka sær av hesum uppgávunum. Sum tíðirnar eru broyttar, eru hugburðirnir til hesi tingini eisini broyttir, og í dag síggja vit at telefonverk, postverk og lutvíst sjúkrahúsverk og skúlaverk eru blivini privat.

Ein av fyrireikarunum av verkætlanini loyvir sær at ivast í, hvørt tað er rætt at tað er almenn skylda at flyta fólk út í heim. Vísandi til allar omanfyrinevndar hugburðsbroytingar metir hann ikki, at tað longur er almenn skyldi at skipa fyri ferðafólkaflutningi og at tryggja sambandið, men at hetta líka so væl kann liggja trygt á privatum hendrum, ið arbeiða eftir marknaðarprinsippunum