DM-gull
Samanborið við sunnudagin var tað ein heldur róligari Todi Jónsson, sum mikukvøldið júst hevði havt hendur á steypinum, sum sjónliga teknið´um, at hann nú er danskur meistari í fótbólti.
Nýggjar avbjóðingar
Heldur ikki hesa ferð var Todi millum leikararnar á vøllinum. Nú meistaraheitið var heima, var eingin orsøk at taka nakrar kjansir, og tí byrjaði summarfrí hansara sunnukvøldið.
- Ja, hesin dagurin er eitt sindur øðrvísi. Nú hevur mann líka sum fata tað betri. Vant seg við at vera meistari. Sunnudagin og mánadagin skuldi mann venja seg við tað, men nú er tað nakað heilt annað.
Spurdur, um tað nakran tíð var upp á tal, at hann skuldi taka lut í dystinum í dag, svarar Todi, at tað var tað ikki.
- Nei, nei. Eg fór í summarfrí sunnudagin. Tá var alt allíkavæl avgjørt. Eg vandi eitt sindur hvønn dag, so tú kanst kalla tað eitt slag av summarfrí við venjing.
Jú. Sum danskur meistari bjóðar komandi heystið Toda og teimum eina rúgva av avbjóðingum. Møguleiki er at vinna seg í bólkaspælið í Champions-League, har veruliga stóru mótstøðuliðini bíða, og tá kappingarárið byrjar longu seinast í juli-mánaði, verður ikki tann stóra hvíldin, sum leikararnir fáa, áðrenn farast skal í holt við fótbóltin aftur.