Í gjár loysti Atlantic Navigator frá bryggju í Føroyum fyri seinastu ferð. Atlantic Navigator hevur ligið í Ánunum, síðani skipið gavst við svartkjaftafiskiskapinum, men nú er tað farið av landinum.
Í morgin kemur Atlantic Navigator til Frederikshavn, har skipið skal umbyggjast til at fiska krill í Suðuríshavinum.
Bara ein føroyingur er við skipinum til Danmarkar. Hinir eru norðmenn og russar.










